Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, kennist ikki við ætlanirnar at flya standmyndina av Nólsoyar Páll úr Vágsbotni.
Les eisini: Vil flyta Nólsoyar Páll úr Vágsbotni
- Eg kenni einki til málið og hetta er fyrstu ferð eg hoyri um tað. Málið hevur ikki verið uppi og vent politiskt og eg kenni heldur einki til, at umsitingin í kommuni arbeiðir við at finna staðsetingar, sigur Marin Katrina Frýdal.
Marin Katrina Frýdal, ið situr í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur at hon veit heldur ikki hvar hugskotið hjá Boga Andreasen er komið frá.
- Tað var eftir tógvið stríð, at standmyndin kom upp at standa og hon er eitt prýði fyri býin og øki, sigur Marin Katrina Frýdal.