Eingin tillagan av búskapi

Oddagrein

 

Eingin ivi um, at tað er rætt og neyðugt at fremja yvirtøkur og at minka blokkin úr Danmark. Tørvur er at broytingum í ríkisrættarligu viðurskiftunum men alt hetta eigur at verða gjørt við skynsemi. Og ikki hazarderað sum nú. Tað undrar okkum, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til eina sjálvstýrislóg ongantíð er vorðið tikið í álvara av tinginum, tí tað hevði loyst mong av umrøddu málum.


Nú landsstýrið hevur gjørt eina samtykt um at yvirtaka í fullari ferð og at minka blokkin við somu ferð, mugu vit rokna við, at tað eisini hevur hugsað um avleiðingarnar. Hava vit t.d. ráð til dýran rakstur av dupultfunktiónum, fleiri undirsjóvartunlar osfr! Vit ganga út frá, at Anfinn, Karsten, Heini, Jógvan, Rúna Eyðun og Hergeir longu hava strikað bæði smáu sjúkrahúsini, tí pengar verða neyvan til framhaldandi at gera íløgur í og varðveita trý sjúkrahús. Og vit ganga eisini út frá, at hesi somu fólk, sum so errin vilja yvirtaka og kuta av blokki frá degi til annan, hava strikað slíkt sum undirsjóvartunnil til Norðoyggjar og ein nýggjan Smyril.


Nei, neyvan er hetta komið teimum til hugs. Nú skal yvirskot á fíggjarlógini loysa allar spurningar. Men hvat hava landsstýrisflokkarnir gjørt fyri at tillaga búskapin til nýggju tíðina! Einki. Og hvat ætla teir at gera fyri at tillaga sama búskap! Einki. Hvat siga serkønu og roknskaparkønu ráðgevar hjá landsstýrinum til júst hesar spurningar vit hava nevnt: undirsjóvartunnilin til Norðoyggjar, smáu sjúkrahúsini og Teistan fyri bert at nevna nøkur stórmál, sum m.a. umboð fyri samgonguflokkarnar meta sum teirra hjartamál! Tað verður áhugavert at hoyra, hvørjar íløgur og hvørjar dupultfunktiónir samgongan fer at strika til tess at kunna fullføra sín yvirtøku- og blokkkutanarpolitikk. Formaðurin í Búskaparráðnum hevur sum tann einasti gjørt vart við, at broytingarnar fara at merkjast og krevja nakað av teimum stýrandi. Rætt skal vera rætt ? eisini formaður Tjóðveldisfloksins hevur einaferð sagt, at tað verður einki Paradís, tá vit fáa fullveldi.


Tað hevur gingið væl í samfelagnum orsakað av góðum fiskaprísum. Men hvør sigur, at teir blíva við at vera eins góðir. Í veruleikanum hevur landsstýrið ikki lyft fingur fyri at tillaga samfelagið til eina broytta framtíð. Skulu vit standa á egnum beinum, má sterkari lútur til enn bara at dúva uppá eitt óvist yvirskot. Og tá landsstýrið fer so drastiskt til verka við skerjing av blokki, má tað eisini siga, hvussu tað ætlar at tillaga føroyska búskapin til framtíðina. Tað hava vit einki hoyrt um enn.