Talan var um stakroyndir millum tey, ið vóru innløgd í gjár og ongar ætlanir eru um at endurtaka kanningina uttan so, at Landslæknin metir tað vera neyðugt, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.
– Vit høvdu ongan ítøkiligan illgruna um smittu á teimum trimum sjúkrahúsinum, men tað er sjálvandi gott at fáa tað staðfest. Úrslitini bera eisini boð um, at tey innløgdu fáa bestu verjuna, tá ið vit so vítt gjørligt handfara illgruna um smittu uttanfyri sjúkrahúsini, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari á Landssjúkrahúsinum.