Enn er eingin tikin í sambandi við innbrotið í Litaval í Runavík mánamorgunin, har innbrotstjóvurin slapp avstað við 10.000 krónum.
Løgreglan kannar málið í løtuni og hevur fingið fleiri spor at ganga eftir. Onkur hevur ringt inn til løgregluna við einum tipsi, sum kann hjálpa teimum at finna gerningsmannin.
Sosialurin skrivaði í týsdagsblaðnum, at maðurin var myrkhærdur og helst í aldrinum 18 til 20 ár. Hetta hevur fingið onkran at gera vart við seg hjá løgregluni, og hesar upplýsingar kunnu vera avgerandi.
Annars er einki beinleiðis gjøgnumbrot gjørt í hesum málinum enn.