Randi Wardum og liðfelagarnir úr Vali eru einaráðandi í íslendskum fótbólti í løtuni. Fríggjadagin snøgt sagt hølvaðu tær Afturelding av við heili 8-0. Randi Wardum vardi málið allan dystin, og talan má helst verða um ein av hennara friðarligastu dystum. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Valur hevur framvegis fult stigatal, 39 stig eftir 13 dystum. Í morgin er aftur landskappingardystur á skránni, tá Keflavík, sum liggur á áttanda plássi, vitjar hjá Vali.