Enn er hondbóltsveturin ungur og nógv kann henda, men samstundi skerst ikki burtur, nógvar ábendingar eru um, at hetta kann gerast besti veturin hjá kollfirðingum nakrantíð.
Í øllum førum er KÍF greitt oddalið í Atlantic Airways-kappingini, og higartil er liðið bara snávað eina ferð, meðan kappingarneytarnir hava roynt tað fleiri ferðir. Tí er KÍF heili fýra stig á odda, nú flestu liðini hava spælt sjey dystir.
H71 kom á odda 3-1, men so svaraði KÍF aftur og fór upp á 7-3, og so var skráin líkasum løgd fyri dagin. Tá avtornaði, vann KÍF við trimum málum, men sum skiltist, kundi tann sigurin lættliga verið enn størri, var tað ikki fyri góðum málmansspæli frá Hanusi Kristiansen í málinum hjá hoyvíkingum.
Mitt í seinna hálvleiki sá dysturin út til at gerast ordiligt sorl, tí tá vóru kollfirðingar á odda 23-14, men so stongdi Hanus H71-málið, samstundis sum útispælararnir betur funnu málið í hinum endanum, og ta einu løtuna var líka við, at spenningur kom í dystin, tá H71 minkaði til 20-23.
Men so tók KÍF sær um reiggj, og Tony Weyhe og Pætur Johannesen funnu júst røttu løtuna at skora síni einastu mál henda dagin, so KÍF slapp undan einum nervøsum enda á dystinum. Og tí er KÍF framvegis fýra stig framman fyri VÍF og seks stig framman fyri næstu liðini, sum eru Team Klaksvík, Neistin og H71, harav tey bæði fyrru tó hava spælt ein dyst færri.
H71: Dánjal Tórgarð 8, Halgir Dahl-Olsen 4, Blagoje Buha 3, Hallur Biskopstø 2, Bogdan Florea 2, Rúni Højgaard 2, Høgni Djurhuus 1, Sigmundur Nolsøe 1
KÍF: Rúni Joensen 6, Gert Hansen 5, Hans Eli Sigurbjørnson 5, Niklas Reginsson 4, Teitur Joensen 2, Tony Weyhe 2, Pætur Johannesen 1, Rógvi Weyhe 1