Eingin tekur Gongurólv

Gongurólvur við kvinnum hevur beina kós ímóti FM heitinum. Í dag hevur báturin hjá Havnar Róðrarfelag vunnið fyri fimtu ferð av fimm møguligum.

Páll Fangi royndi at bjóða av, og leingi sá tað út til, at tað skuldi bera teimum úr Klaksvík til at hótta Gongurólv.

Men í endaspurtinum var eingin spurningur. Gongurólvur, sum hevði verið tað mesta av einari hálvari bátslongd aftanfyri Páll Fanga, var so sannførandi, at hann fór á mál meiri enn eina hálva bátslongd undan Páll Fanga.

Aftur í dag bjóðaði Jarnbardur av í startinum, og blái báturin megnaði eina løtu at halda tørn, men tá ið minni enn hálvt málið var rógvið, noyddist Jarnbardur at sleppa, og í endaspurtinum var tað Sømundur, sum vann kappingina um bronsuplássið.

 

Úrslit

1 Gongurólvur 05:07.21

2 Páll Fangi 05:09.22

3 Sølmundur 05:12.01

4 Jarnbardur 05:12.22

5 Hvessingur 05:15.07

6 Romvlvs 05:21.08

 

Støðan

1 Gongurólvur 35

2 Páll Fangi 29

3 Sølmundur 25

4 Jarnbardur 20

5 Hvessingur 16

6 Romvlvs 10