Sponsku steypakappingina, spanska meistaraheitið, Champions League, spanska Super-Cup, europiska Super-Cup og nú eisini HM-heitið fyri fótbóltsfeløg.
Eingin er í nær námind Barcelona í ár.
Í finaluni móti argentinska Estudiantes var Barcelona tó í trupulleikum, eftir at Mauro Boselli hevði stútað suðuramerikonsku meistararnar framum.
Bara ein minutt fyri leiklok eydnaðist tað innskifta Pedro Rodriguez at stúta Barca upp á javnt, og so varð alt lagt fyri føturnar á lítla Lionel Messi. Maðurin, sum longu er kosin tann besti í Europa, og sum væntandi verður kosin heimsins besti um fáar dagar, stýrdi við bringuni bóltinum í netið eftir 110 minuttum, og so kundi Barcelona bara staðfesta, at árið í ár varð árið, har felagið vann alt, sum kundi vinnast.