Árni er úr Vágunum og hevur havt áhuga fyri DJ’ing síðani hann var 14 ára gamal. Síðani beiggi hansara og nakrir vinmenn hjá honum høvdu diskotek har vesturi. Sum 17 ára gamal keypti hann sær miksara og plátuspælara og hevur síðani tá verið fastur fúsur á teimum ymsu klubbunum runt í landinum. Hann hevur harafturat eisini verið DJ einaferð í Ibiza á hotellinum, ið hann búði á, til eina veitslu fyri hotell-gestirnar.
Fann kontaktirnar á Myspace.com
Árni hevur fyri stuttari tíð síðani givið út staklagið »Booster« ígjøgnum plátufelagið Nightrain Music í Florida í Amerika. Hann fann hetta plátufelagið á myspace, tá tey sendu eitt bulletin út um, at mann kundi senda eina demo inn til eina savnsfløgu, sum felagið skuldi geva út.
- Eg sendi lagið hjá mær inn og fekk svar aftaná fimm minuttir, at teimum dámdi lagið, men at tað ikki passaði inn í heildina til hesa fløguna. Tí vildu tey fegin geva tað út sum staklag ístaðin. Tað segði eg sjálvandi ja til.
Stakfløgan er higartil komin út á 12 ymsum internet síðum, bæði týskum, amerikanskum, enskum og donskum. Harímillum á trackitdown.net og beatport.com. Nightrain Music plagar eisini at geva út á iTunes, so tað er ivaleyst bert ein spurningur um tíð, áðrenn Booster eisini verður at finna har. Ein útvarpsrás í Avstralia, sum eitur Kick.fm hevði lagið á top 10 fyri tveimum vikum síðani, so tað verður longu nógv spælt. Tað er spennandi, tá sovorit hendir, sigur Árni.
Tíðirnar broytast
- At byrja við spældi eg alt hatta har, sum eingin tímir at hoyra nú. »Grease megamix«, »Summer of ’69« osfr. Eg visti ikki so nógv um tað at vera DJ tá, men eg spældi bara fyri at gleða fólk. Nú er tað blivið øðrvísi, tí at eingin tímir at standa og bara blíva við at trýsta á »play«. Nú er mann DJ fyri at framføra sínar egnu samansettu playlistar, miks, dygdir við effektum osfr.
- Motivatiónin liggur í at sleppa at undirhalda fólki við tínum tónleiki. Í at fáa tey at reagera og snakka við tey ígjøgnum tónleikin. Tað má vera ein útfordring. Tað er nevniliga ein rættiliga kompliseraður teknikkur, sum skal til, um tú skalt vera ein hampuligur DJ. Trupulleikin í Føroyum er bara, ella hevur í øllum førum verið inntil nú í seinastuni, at øll skíta á, hvør er DJ, og hvat fyri tónleikur verður spældur. Inntil víðari hevur tað næstan verið soleiðis, at teir vánaligastu donsku DJ’arnir hava verið betri enn nakar føroyskur.
- Eg haldi tó, at hendan hugsanin er við at broytast. Tað blívur stuttligari at DJ’a fyri hvørja ferð. Fólk skilja betri, hvat gongur fyri seg og byrja at hoyra tað, tá mann ger okkurt serligt miks. Tey halda ikki longur, at tað bara er ein fløga, sum verður koyrd frá, men tey skilja arbeiðið í tí. Hetta ger tað nógv meira nøktandi.
- Tað er eisini blivið ein útfordring nú meira enn nakrantíð, serliga tí at fleiri DJ’ar eru komnir, og kapping er komin í. Støðið er spakuliga byrjað at blíva betri, og við tíðini skulu vit nokk koma har, sum restini av heiminum er. Føroyingar hava bara altíð verið so seinir í sovornum.
Tónleikurin og komandi gigg
Hoyr tónleikin hjá Árna Neon á myspace síðu hansara, myspace.com/djjoensen. Á hesari síðuni er eisini leinkja til beatport.com, har tú kanst keypa staklagið Booster.
Árni Neon er bookaður í Eclipse næstu mánaðirnar.