Eingin tók við eftir Havel

Kekkiski forsetin, Vaclav Havel, fór frá sunnukvøldið, men eingin er at taka við eftir hann

Kekkia
Árni Joensen:

Á midnátt sunnukvøldið fór Vaclav Havel úr kekkiska forsetaembætinum, tí tá var seinna valskeið hansara liðugt.
Men eingin var at taka við eftir tann navnframa forsetan, sum fram um allar aðrar verður roknaður sum frælsismaður kekka. At forsetastólurin stendur tómur, eftir at hann er farin frá, er sambært eygleiðarum eitt tekin um, at ein veruligur politiskur kappi hevur lagt frá sær.
Tvær reisur hevur kekkiska tjóðartingið roynt at velja ein eftirmann til Vaclav Havel, men báðar ferðirnar miseydnaðist tað.
Nú hann fór frá, og til eftirmaður hansara er valdur, skulu formaðurin í tjóðartinginum og Vladimir Spidla, forsætisráðharri umsita skyldur forsetans.