Eingin Sylla hesaferð

Sylla hevur verið glóðheitur seinastu vikurnar. Í seinastu fimm venjingardystunum hevur hann verið á máltalvuni. Men tað eydnaðist ikki fyrrapartin. FC Amager tapti venjingardyst móti FC Ølstykke við 3-1. Daniel Udsen stóð fyri einasta málinum hjá felagsliðnum av Amager eftir brotsspark.

Mánadagin vitjar superligu-felagið FC Nordsjælland hjá FC Amager ? somuleiðis í venjingardysti.