Seinasti mánaðurin í árinum er vanligt, at svimjihøllin í Gundadali fær nakrar ábøtur, og aloftast ber hetta við sær, at høllin verður stongd í nakrar vikur.
2015 er einki undantak. Heldur verða umvælingarnar hampuliga stórar hesaferð, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Seinasti dagurin hesumegin jól, at høllin hevur opið, er 4. desember. Eftir ætlan letur høllin upp aftr 27. desember.










