Tað var meira ella minni av tilvild, at eldurin í svimjihøllini í Kolafirði varð uppdagaður sunnunáttina klokkan trý. Ein politibilur var staddur í Kollafirði, og tá ið ein politistur for út, tí teir høvdu steðgað einum bili, kendi hann royk.
Politistarnir fóru eftir luktinum og komu til svimjihøllina.
Staðfest er, at eldurin ikki er ásettur, og helst er hann kyknaður í saununi, sum er ringast farin.
Enn hevur kommunan onga heildarmynd av, hvussu umfatandi skaðarnir eru.
Tryggingin fyrst
- Tá ein so stórur skaði er hendur, skal løgreglan saman við tryggingini kanna staðið, áðrenn vit kunnu fara til verka, sigur Harald Bjørgvin, deildarleiðari á húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu.
Leysliga meting hansara er, at høllin neyvan kann lata upp aftur fyrr enn um fýra mánaðir.
Saunan er sum nevnt ringast farin. Eldurin hevur eisini brotið seg út gjøgnum veggin. Hyljarúmið hevur fingið skaða, mest roykskaða.
- Hetta er so harmiligt, tí tað er ikki so langt síðan, at svimjihøllin var stongd í fleiri mánaðir, tí høllin varð høvuðsumvæld. Ventilasjónsskipanin var eisini skift út tá. Nú má skipanin í hvussu er reinsast, tí hon er full av sóti, sigur Harald Bjørgvin.