Hann ivaðist leingi, um hann skuldi stilla upp ella ikki, men Eiðisfólk eru ikki í iva. Jógvan í Skorini skal vera borgarstjóri í bygdini.
Jógvan í Skorini hevur, eins og Pauli T. Petersen, notið væl av borgarstjóraeffektini. Hann hevur fingið 126 atkvøður í dag, í mun til 47 seinast.
Tað var heldur umstrítt, tá hann eftir seinasta kommunuval skifti lista, tá honum stóð í boðið at gerast borgarstjóri, men hesaferð verður neyvan nøkur kvettroynd.
Listi A hevur fingið seks av teimum sjey bygdaráðslimunum. Saman við Jógvani í Skorini eru hesi vald: Hans Jákup Drangastein Johansen, Jóannis Grímur Hammer, Konrad Joensen, Ingun Mørkøre og Jens Pauli Guldbrandsø Nolsøe. Fyri lista B er Olaf Fríðheim einsamallur valdur.
Tveir nýggir bygdaráðslimir eru tí valdir á Eiði, Ingun Mørkøre og Olaf Fríðheim.









