Eingin ísur um seks ár

Hitavøksturin á jørðini bfer at hava við sær, at um góð seks ár verður fyri fyrstu ferð í fleiri milliónir ár eingin ísur í tí kanadiska oyggjahavinum. Tað sigur David Barber, sum er granskari á University of Manitoba í Kanada. Hann sigur, at tað verður framvegis ísur har um veturin. David Barber hevur staðið á odda fyri umfatandi kanningum, hvørs úrslit verða løgd fram á einari ráðstevnu í Quebec hesi vikuni. Niðurstøðan er millum annað, at summarið í 2015 verður tað fyrsta ísfría summarið norðan fyri Kanada.