Ungmannafelagið hjá norska Arbeiðaraflokkinum, AUF, fer ikki at skipa fyri summarstevnu á Utøya í ár.
-Vit halda ikki, at tað hevði verið rætt, sigur formaðurin í ungmannafelagnum, Eskild Pedersen, við Verdens Gang.
Dagin eftir illgerðina tann 22. juli í fjør segði AUF-formaðurin við fjølmiðlarnar, at felagsskapurin fór at halda fram við virksemi sínum á Utøya. Í dag ásannar hann, at tíðin er ikki búgvin til tess.
-Vit fara at halda fram við okkara summarstevnum, men ikki í ár, sigur Eskild Pedersen. AUF fer tó at skipa fyri einum tiltaki á Utøya tann 22. juli í ár til at minnis um tað, sum hendi tann dagin í fjør.