Eingin súkklukapping í ár

Árliga súkklukappingin kring Føroyar, sum hevur verið fastur summartáttur í súkklingini 17 ár á rað, verður ikki í ár.

Tá freistin at melda til var úti á midnátt, vóru bara átta súkklarar tilmeldaðir, og tí gjørdu fyrireikararnir av at avlýsa. Hetta er fyrstu ferð, øll árini síðani 1995, at kappingin er avlýst.

– Gamaní, fara Oyggjaleikirnir við nógvari orku, men vit høvdu allíkavæl væntað og vónað, at undirtøkan var so mikið stór, at kappingin kundi vera, sigur Gunnar Dahl-Olsen frá Tórshavnar Súkklufelag.

– Súkklingin stóð seg væl á leikunum á Bermuda, so tí er tað eisini eitt sindur av einum vónbroti, at tað ikki sæst aftur í áhuganum.

At átta súkklarar er tilmeldaðir er nógv tað minsta nakrantíð, og tá kappingin var størst í 2010, vóru ikki færri enn 54 súkklarar tilmeldaðir.