ÚTBERING
Í eini fíggjarlóg skulu nógvir endar fáast til at røkka saman, og tað er ikki alt, ið verður tikið við. Í so máta er fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 einki undantak.
Hesar seinastu dagarnar, síðani fíggjarlógaruppskotið varð almannakunngjørt, hevur nógv at frætta um fólk og stovnar, sum halda seg hava fingið ov lítið í sín part.
Tvær fyritøkur, sum ikki kunnu siga at vera heilt væl nøgdar, eru Dimmalætting og Sosialurin. Hesar báðar fyritøkurnar geva dagbløðini Sosialin og Dimmalætting út, sum eru tvey tey størstu tíðindabløðini í Føroyum.
Ein partur av virkseminum hjá Sosialinum og Dimmalætting er at bera síni bløð út. Til fyri fýra árum síðani var tað Postverk Føroya, ið stóð fyri at bera tey bæði bløðini. Kostnaðurin var um 70 oyru fyri hvørt blaðið, og borið varð út dagin eftir, at blaðið var prentað, t.e. týsdagsbløðini verða prentaði mánadag seinnapart og vórðu borin út týsdag. Postverkið bar eisini út leygardag.
Seinasta landsstýrið við fyrst Finnboga Arge sum vinnumálaráðharra gjørdi av, at Postverk Føroya í størri mun skuldi skapa sítt egna grundarlag við sjálvt at fíggja sín egna rakstur. Hetta gjørdi, at Bergur í Garði, stjóri fyri Postverk Føroya, gjørdi av, sparingar skuldi fremjast og fleiri inntøkur skuldu fáast til Postverkið. Hann gjørdi tískil av at gevast við postútbering leygardagar og prísurin fyri at bera bløðini út fór nógv upp.
Hetta gjørdi so aftur, at Dimmalætting og Sosialurin setti sínar prísur upp, men kundi ógvuliga illa liva við teimum øktu útreiðslum, ið broytingin hevði við sær.
Síðani tá hava Dimmalætting og Sosialurin í felag roynt at ávirka politiska myndugleikan, soleiðis at stuðul so ella so varð givin til blaðútberingina.
Jan Müller, stjóri fyri Sosialin, sigur, at Sosialurin saman við Dimmalættin í skjótt fýra ár hevur verið á fundum við fleiri landsstýrismenn og sjálvt við løgmann. Allir hava teir víst stóran vælvilja, men eingin stuðul er komin kortini.
Hjalgrím Samuelsen, stjóri fyri Dimmalætting, sigur, at tað ynskiliga hevði verið, um dagbløðini kundi fingið stuðul til at betra um tænastuna. Bæði hann og Jan Müller vísa, at hetta er púra vanligt í øðrum Norðanlondum. Í Danmark verður umleið 500 mió játtaðar árliga til útbering av bløðum.
?Vit hava roknað okkum fram til, at tað fyri umleið tvær milliónir árliga vildi borið til at borið bløðini út til allar bygdir við 500 ella fleiri íbúgvum sama kvøld, sum tað verður prentað, sigur Hjalgrím Samuelsen.
Hann greiðir frá, at ikki verður Postverk Føroya, sum fer at standa fyri hesari útberingini, men tað vera bløðini sjálvi, tí sáttmálarnir hjá Postverki Føroya gera hetta mestsum ómøguligt at royna í verki.
Pengarnir vóru klárir
Sum nevnt hevur málið um útberingina ferðast nógv aftur og fram í landsstýrinum. Fyri einari tíð síðani valdi løgmaður at taka um endan, og hann plaseraði málið hjá Vinnumálaráðnum og Bjarna Djurholm, sum eisini umsitur Postverk Føroya.
Bjarni Djurholm greiðir frá, at í samráð við løgmann varð gjørt av, at játtast skuldu 1,9 mió. til blaðútberingina. Peningurin varð ætlaður sum partur av økismenningini, soleiðis at fleiri føroyingar fingu javngóða atgongd til tað skrivaða orðið í bløðunum.
?Tað eydnaðist okkum at finna pengarnar internt hjá okkum við at gera nakrar sparingar á egnum kontoum. Hetta boða við landsstýrismanninum í fíggjarmálum frá, men tá uppskotið verður almannakunngjørt eru hesir pengarnir horvnir, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum av sínum eintingum hevur tikið pengarnar av.
?Tað er undanførsla, um hann sigur nakað annað. Pengarnir vóru spardir hjá okkum sjálvum, og vit bóðu ikki um nakra meirjáttan, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at boða fíggjarnevndini frá hesum, tá hon fer í holt við at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2003.
Bjarni Djurholm veit eisini at siga, at málið við útberingarstuðulinum varð borin niðan í tingið av Karsten Hansen í seinastu tingsetu, men hann tók tað sjálvur aftur.
Ov seint
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað er ikki rætt, tá sagt verður, at tað er hann, sum hevur tikið stuðulin til blaðútbering av fíggjarlógaruppskotinum.
?Orsøkin til, at tað ikki er við, er tí, at tað kom ov seint. Tað var í síðstu løtu, at teir komu í tankar um tað og komu við tí, men tá var ikki møguleiki at viðgera tað, sigur Karsten Hansen.
?Her er ikki talan um nakra forgloymilsi frá mínari sínu, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur seg ikki sjálvan vera ímóti sjálvum uppskotinum, menhann heldur, at tað eigur at fáa eina viðgerð efti vanligari mannagongd. Hann er heldur ikki ímóti, at stuðulin til blaðútberingina verður tikin við í eftir viðgerðina í løgtinginum.