Í 2013 vænta granskarar ein ógvusliga sólaródn, sum fer at gera, at stórir partar av heiminum mugu klára seg í mánaðir uttan streym.
Hóttanin móti tí tekniska infrastrukturinum skal verða so stór, at bretski verjumálaráðharrin fyrradagin kallaði inn til ein óvanligan tíðindafund.
-Samstundis sum okkara tøkni gerst alsamt meira vítt fevnandi, gerast hóttanirnar eisini fleiri í tali, segði Liam Fox, bretski verjumálaráðharrin.
Bretskir granskarar hava ávarað um, at ein ógvuslig sólaródn, sum vanliga kemur einaferð hvørt hundrað ár, nú er ávegis. Ein ódn, sum nær hæddunum í 2013.
Nasa hevur áður lagt eina frágreiðing fram, ið greiður frá hvussu eitt slíkt útbrot av magnestiskari orku í atmosfæruni hjá sólini, fer at skapa kaos kring meginpartin av heiminum.
Ódnin fer at hava við sær, at streymurin verður útsligin í fleiri tímar, dagar ella mánaðir.
Umframt, at streymurin verður avbrotin, so ávara bretsku granskararnir eisini um, at samskiftisskipanir kunnu oyðileggjast, soleiðis at flogfør ikki kunnu lenda og at internetið kann verða sligið út í fleiri mánaðir, skrivar The Sun.










