Á ráðstevnuni hjá Landsfelagi Pensjónista um vikuskifti, helt Signar Dam eina stutta røðu undir heitinum “Longst møguligt í egnum heimi.”
Signar Dam spurdi, um tað veruliga man vera so, at øll ynskja at verða longst møguligt í egnum heimi.
- Røktarheimstørvurin er ikki nøktaður á nakran hátt, og so langt frá, segði Signar Dam. Hann sigur, at hann veit, at í Suðuroynni standa 112 fólk á bíðilista, og hann trýr ikki, at tørvurin er lutfalsliga minni aðrastaðni í landinum. Ásannandi, at nógv skriva seg á listan til røktarheimspláss í góðari tíð, so metir Signar Dam, at akutti tørvurin á røktarheimsplássum í Suðuroy er um 20 til 25 páss.
- Hetta eru fólk, ið ikki kunnu búgva heima, sum eru so illa fyri, at heimahjálpin onga munagóða hjálp fær veitt.
- Eg veit ikki, hvør hevur funnið upp á “longst møguligt í egnum heimi,” men eg hoyri, at hetta verður dúliga nýtt av politikarum, ið vilja spara pengar, men ikki hugsa um, hvat eitt tílíkt tilboð veruliga kostar, segði Signar Dam.
Signar Dam førdi fram, at tveir høvuðsfortreytir eru, fyri at eldri fólk skulu kunna verða verandi heima og kortini hava tað líka gott sum tey, sum búgva á røktarheimi.
Hin fyrra fortreytin er, at ein hevur fíggjarligt yvirskot. Signar Dam førdi fram, at um ein veruliga ynskir, at fólk skulu búgva í egnum heimi longst møguligt, so er neyðugt at hækka fólkapensjónina, so fólk hava ráð at búgva í egnum heimi longst møguligt.
- Tað er lætt at vera pensjónistur, tá men hevur eina “feita” pensjón. Tí er tað eitt frálíkt hugskot at tey, sum hava eina feita pensjón, lata teimum, sum bara hava fólkapensjóna, nakað. Tí flatskatturin gav ikki fólkapensjónistunum nakað, segði Signar Dam.
Hin seinna fortreytin er, at betra um heimarøktina.
- Øll, sum hava við heimarøkt at gera, viðganga, at heimarøktin hevur ov vánalig kor, segði Signar Dam. Allarflestu eldru, ið búgva heima, hava tørv á hjálp við onkrum. Hendan hjálpin er hjá nógvum alneyðug, fyri at tað skal vera gjørligt hjá teimum at verða verandi heima.
- Ja, tað er bíligari at fólk búgva heima. Tað er bíligari, tí tænastan er verri, sló Signar Dam fast.
Sjálvur er Signar Dam langt síðani fari um pensjónsaldurin, men arbeiðir framvegis sum kommunulækni. Hann avvísti, at hann ynskti at senda øll á røktarheim, so skjótt tey fyltu 67, men gjørdi tó fundarfólkunum greitt, at í hansara hugaheimi, so varð eitt røktarheimspláss eitt nógv betri tilboð, enn at lata tey eldru sita einsamøll heima.
- Tað er eingin straff at enda á røktarheimi. Eg síggi hvønn dag, hvussu gott fólk hava tað á stovni, ansað av starvsfólkum, og við góðum samfelag við onnur javnaldrandi.










