Eingin steðgar VÍF

Vestmenningar hava beina kós í FM-finaluna. Í dag vunnu teir níggjunda sigurin á rað

Talan var um stóra klassikaran í føroyskum manshondbólti, tá Kyndil í dag vitjaði í Vestmanna.

 

Og talan gjørdist eisini uppgerð, ið var einum klassikara verdug. Mest sum allan dystin á tamb togaðust liðini um sigurin, og eftir at Kyndil tóktist hava takið fyrsta hálva tíman ella so, tóku vertirnir alt meira yvir í seinna hálvleiki.

 

Tað var tó ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at VÍF fekk vissu fyri, at sigurin kom til høldar. Tá skoraði heimaliðið trý mál á rað innan tveir minuttir, og so var avmarkað, hvat Kyndil kundi svarað aftur við.

 

Hetta gav H71 møguleikan at minka um munin upp til finaluplássið, men hoyvíkingarnir tóku ikki reiðiliga av.

 

Myndir frá dystinum í Vestmanna síggjast HER

 

Tað eydnaðist teimum at fáa eitt stig burtur úr heimadystinum móti KÍF, men tað var ikki tað, sum lá í kortunum størsta partin av seinna hálvleiki.

 

Kollfirðingar vóru annars á odda í steðginum, men eftir steðgin tók H71 yvir, og tíggju minuttir undan leikloki vóru teir á odda við trimum málum. Kollfirðingar skoraðu tá fýra ferðir á rað, og so mátti H71 bíða til seinasta minuttin, áðrenn teir vunnu seg upp á javnt. Teir høvdu enntá møguleikan at tryggja sær sigurin, men Hallur Biskipsstøð, sum annars var toppskjútti hjá heimaliðnum, fekk ikki úrtøku burtur úr brotskastinum, sum hann skeyt.

 

Úrslitini í dag

VÍF-Kyndil 26-23 (13-13)

H71-KÍF 26-26 (12-14)

 

Støðan í Atlantic Airways-deildini sæst HER