Amed Davy Sylla var aftur millum málskjúttarnar um vikuskiftið, tá FC Amager vann 2-1 í venjingardysti móti Frem. Framherjin legði sítt lið á odda í fyrra hálvleiki, og skoraði tískil í fimta venjingardystinum upp í slag. - Vit spældu væl. Fysiska støðið røkkur til 70 minuttir, og tí høvdu vit tað trupult seinastu 20 minuttirnar. Men undan tí vóru vit væl betri enn Frem, og sigurin var uppiborin, sigur Michael Madsen, venjari hjá FC Amager, við bold.dk. Næstbesta danska deildin byrjar aftur 22. mars. Tá fær FC Amager vitjan av Herfølge, og Frem skal spæla á útivølli móti botnproppinum Lolland Falster Alliance.