Eingin steðgar KÍF

Kollfirðingar halda rimmar fast um oddasessin í Atlantic Airways-kappingini. Hetta gjørdist greitt seinnapartin, tá ið teir á Hálsi í Havn megnaðu at vinna 24-23 á nærmasta avbjóðaranum, Neistanum.

 

KÍF dróg frá við dystarbyrjan og riggaðu yvirgongdirnar avbera væl, men sterku einstaklingarnir í Neista-álopinum gjørdu eisini sítt og hildu Neistanum inni í dystinum. Tað var ein smeitur fyri heimaliðið, at Jugoslav Djumic gjørdist skaddur og mátti av vøllinum miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

KÍF gjørdi serliga bart í mótálopum, haðani nógv av málunum hjá teimum komu. Kollfirðingar sluppu eisini til hálvleiks við uppibornari 12-10-leiðslu.

 

Í seinna hálvleiki hildu kollfirðingar fast í leiðsluni, og tá ið Neistin í løtum var við at eta seg inn á KÍF aftur, stóð veteranurin Óla Kristian Djurhuus í KÍF-málinum í vegin. Nøkur sekund fyri dystarlok kom Neistin bara eitt mál frá KÍF, men tá var ov seint, og við 24-23-sigri leggur KÍF enn størri sjógv niður til hini liðini og staðfestir eitt tryggan oddasess í bestu deildini.

 

Heini Hanusarson, Finnur Hansson og Carl Herup skutu allir fimm mál fyri Neistan, meðan Niklas Reginsson gjørdist toppskjútti hjá kollfirðingum somuleiðis við fimm málum.