Eingin steðgar EB/Streymi

1. DEILD: Tá ið teir næstbestu hjá EB/Streymi í dag vitjaðu í Vágum, vunnu teir enn eina ferð 3-0. Tað gongur sum eftir ánni hjá EB/Streymi. Eisini hjá næstbesta liðnum, sum eftir tvey umfør hevur fult stigatal, og sum hevur skorað seks mál, uttan at mótstøðuliðini hava fingið bóltin inn um Sam Bjartalíð, sum verjir EB/Streyma málið.

Í dag var EB/Streymur í Vágum, og úrslitið var tað sama, sum tað var síðsta vikuskifti á heimavølli ímóti Víkingi.

Øll málini í 3-0 sigrinum á 07 Vestur vórðu skorað í 1. hálvleiki.

Arnar Dam skoraði eftir eitt korter, og tveir minuttir seinni økti Jónstein Magnussen um munin. Tíggju minuttir undan steðginum staðfesti Arnar Dam sigurin.

Merkisvert var tað, at Pauli G. Hansen aftur í dag var á EB/Streyma miðvøllinum. Teir í Sundalagnum vóna, at álitismaðurin skal spæla seg í form, so hann aftur kann brúkast á besta liðnum, og í dag tók hann enn eitt stig á tí vegnum!