Tvímálsskjúttin Jákup á Borg er sera fegin.
– Hetta er heilt fantastiskt. Vit eru framvegis á odda í kappingini, og enn eru vit ósigraðir. Kanska er tað eitt lítið sindur irreterandi, at hasir víkingarnir blíva við at fáa stig í evstu løtu, men tað er so tað, sigur hann við heimasíðuna hjá B36.
Jákup á Borg hevur alla orsøk at fegnast. Fyrrverandi landsliðsspælarin eigur virknan leiklut í úrslitunum, sum høvuðsstaðarliðið hevur rokkið í hesum kappingarárinum. Hansara seinna mál var feskasta dømið um spæligleðina, hann hevur. Framherjin stýrdi bóltin við hælinum framvið Marcin Dawid, áðrenn hann lat seg fagna av sínum viðhaldsfólkum. Jákup á Borg og Lukazs Cieslewicz manna vandamesta álopið í føroyskum fótbólti í løtuni. B36 er á oddasessinum, og tað er bara EB/Streymur, sum hevur vunnið á Jákupi á Borg og hinum í ár. Tað var í steypakappingini.
Samansetingin er framúr. Odmar Færø, sum var leikbannaður í gjár, og Jonas Flindt Rasmussen hava staðið seg væl sum miðverjar. Høgni Eysturoy er umskúlaður til vongverja í høgru, og hann hevur fingið sítt gjøgnumbrot. Á miðvøllinum hava Klæmint Matras, John Hansen og Heini í Skorini runnið fremst við sínum bardagahuga. Undir liðini á teimum eru bóltsnillingarnir Súni Olsen og Róaldur Jacobsen. Fremstir eru Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz, sum hava nógvar aðrar dygdir enn bara at skjóta mál. Tað er smalt, men sera gott.
HB í nýggjum hami
Sigfríður Clementsen tók við sum venjari hjá HB í síðstu viku. Hann fall í fyrstu royndini. Uppgávan var ov torfør.
HB hevði skift ham til dystin hesaferð. Kári Nielsen, Hans á Lag og Fróði Benjaminsen vóru í verjupartinum, og 18 ára gamli Tróndur Jensen, sum spældi sín fyrsta dyst nakrantíð á besta liðnum, var miðvallari. Uppleggið við 3-5-2 var trivlandi fyrstu løtuna. Tað var eisini tá, at Jákup á Borg kom á máltalvuni fyri fyrstu ferð. Cieslewicz spældi fyrrverandi landsliðsspælaran frían, og hann tók av.
Ein av ætlanunum hjá Sigfríði Clementsen var at steðga Lukasz Cieslewicz. Tað eydnaðist til tíðir væl, tí Fróði Benjaminsen var alla tíð tættur í póllendinginum. Hinvegin hevur B36 fleiri hóttanir í álopsspælinum. Tað hilnaðist ikki eins væl hjá teimum reyðu og svørtu at verja fyri teimum.
Tað var einu løtuna í seinna umfarinum, at HB var omaná. Tað eydnaðist eisini at fáa mál eftir flott uppspæl, tá Símun Samuelsen sendi bóltin í málhornið. 1-1, og Sigfríður Clementsen stórfegnast – men bara í 13 minuttir. Tá var B36 aftur á odda við máli frá Símuni Joensen, sum stýrdi frísparksinnleggi í málið.
HB vildu hava brotsspark, tá fáir minuttir restaðu í. Fróði Benjaminsen fór um koll í brotsteiginum, men hann datt ov lættliga.
Tað var eingin vanlukka at tapa fyri B36. Úrslitið hevur hinvegin við sær, at HB er bara tvey stig frá niðurflyting eftir 13 landskappingardystum – og tað var ikki gamalt!
Steðgurin
Nú er summarsteðgur. Ovastu liðini, B36 og Víkingur, hava frí næsta mánaðin, tá EB/Streymur, NSÍ, ÍF og HB skulu umboða Føroyar í altjóða kappingum. Spurningurin er, um tað verður ein fyrimunur fyri B36. Tað er eisini greitt, at Atli Danielsen verður við, tá B36 fær vitjan av 07 Vestur á ólavsøku.
Fakta er framvegis tað, at B36 er ósigrað í landskappingini.
- - -
Cieslewicz fór á sjúkrahúsið
Tað var ein lættur heilaskjálvti, sum hevði við sær, at Lukasz Cieslewicz fór á sjúkrahúsið eftir dystin í gjár. Tað var eftir ein harðan nærdyst, tá pólski framherjin fekk ein fót í høvdið, at hann fekk ein stoyt.
Læknin hevur staðfest, at talan var um lættan skjálvta. Cieslewicz fer nú í summarfrí í Póllandi.