Eingin stórvegis broyting ovast á 15 teimum bestu

Topp 3 er ikki stórvegis broytt á 15 teimum bestu hesa vikuna. The Dreams, sum í løtuni bæði hitta í Føroyum og í Danmark við nýggju donsku fløgu teirra ?Den nye by?, liggja framvegis sum nr. 1 á listanum.

 

Í januar 2007 byrjaði bólkurin at arbeiða saman við danska hit-makaranum Chief 1, sum skeyt upp, at bólkurin skuldi byrja at syngja á donskum og sambært hitlistunum og ummælarum var hetta eitt sera gott hugskot. ? Eftir luttøkuna í danska Melodi Grand Prix?num hevur bólkurin í øllum førum ligið ovast bæði á danska Boogie listanum og á føroyska 15 teimum bestu listanum.

 

Avstralska Natasha Bedingfield er flutt trý pláss upp hesa vikuna og hon liggur nú á 2. plássi við lagnum ?Pocketful of Sunshine? av nýggju fløgu hennara, sum berur sama heiti, meðan Lort í býin hava varðveitt 3. pláss teirra við lagnum ?Slikk sjúk?.