Eingin støða tikin til albanar

Enn er eingin støða tikin til, hvat gerast skal við teir fimm albansku flóttarnar, ið sita í klivanum í Havn.
Teir vórðu handtiknir fríggjadagin, tá teir komu við Norrønu á Havnina. Teir hava einki pass ella annað samleikaprógv, og tí kunnu teir setast fastir.
Fútin hevur sett seg í samband við Udlændingestyrelsen í Keypmannahavn og biðið stýrið um at fara undir samráðingar við landsstýrið um, hvat gerast skal við flóttarnar. Donsku myndugleikarnir skulu síðani í samráð við føroyska landsstýrið gera av, hvat víðari hendir í málinum.
Enn ber ikki til at siga, hvørjir menninir eru, tí teir hava eingi prógv. Løgreglan hevur bara upplýsingar frá monnunum, og tær kunnu vera ósannar. Teir fimm menninir siga sjálvir, at teir eru 20 til 32 ára gamlir, og hava teir nú eisini biðið um politiskt friðskjól í danska ríkinum.
Menninir royndu at sníkja seg í land í Íslandi, men tollvaldið fann teir í einum innilokaðum lastbili, og teir vórðu sendir avstað aftur. Ein av monnunum leyp síðani á bláman á Seyðisfirði, men hann var bjargaður.
Fongslingin hjá albanunum er varðar til 24. juni.