Eingin spenningur um val til gummitingið í Norðurkorea

Í dag skulu verjarar í Norðurkorea velja nýtt tjóðarting. Men tey hava bara eitt valevni at »atkvøða« fyri.

 

Fyri aðru ferð í tíðinni hjá Kim Jong-un sum ovasti leiðari í Norðurkora skulu landsins veljarar í dag í valhølini fyri at seta saman nýtt tjóðarting.

 

Men úrslitið er avgjørt av einaræðisstýrinum frammanund. Í teimum 687 valdømunum er eittans valevni uppstillað, sum einaráðandi arbeiðaraflokkurin hevur góðkent.

 

– Sambært vallógini kann bara vera eitt valevni, sum vanliga er viðmælt av floksdeildini á staðnum og góðkent av floksstjórnini, sigur Fyodor Tertitskiy, sum er serfrøðingur í norðurkoreanskum politikki, við miðilin NK News, sum bara fæst við Norðurkorea.

 

Norðurkorea heldur tjóðartingsval fimta hvørt ár. Við seinasta val í 2014 var valluttøkan 99,97 prosent. Í hvørjum valdømi verður hongd ein plakat við eini mynd av valevninum og tekstinum »Latið okkum atkvøða í semju«, skriva útlendskir miðlar.

 

Sambært BBC er tað ásett við lóg, at øll yvir 17 ár skulu atkvøða, og politisk mótstøða ímóti stýrinum er als ikki at síggja í afturlætna landinum.

 

Hinvegin verður kravt av teimum umleið 25 milliónir íbúgvunum, at tey vísa fullkomnan trúskap mótveigs Kim-veldinum, sum hevur stýrt Norðurkorea, síðani tað lýsti seg sjálvstøðugt í 1948.

 

Sum tekin um trúskap verður væntað, at tú møtir tíðliga á vali, og tað hevur eisini við sær langar bíðirøðir, sigur Fyodor Tertitskiy við BBC.

 

Sjálvt valið er eisini øðrvísi sæð við okkara eygum.

 

– Tá tú skalt velja, fært tú ein atkvøðuseðil við bara einum navni á. Har er einki, sum skal skrivast, eingin krossur, sum skal setast. Tú tekur pappírið og koyrir tað í ein kassa, sum stendur frítt frammi í hølinum, greiðir hann frá.

 

Í hølinum er eitt afturlatið høli, har veljarar kunnu fara inn, so sum vanligt er í fólkaræðisligum londum. Men at fara inn í atkvøðuklivan fer beinanvegin at vekja mistanka, siga fólk, sum kenna skipanina, við BBC.

 

Annars varð Kim JOng-un í 2014 eisini valdur í tjóðartingið, sum sambært NK News at kalla onga politiska ávirkan hevur. Altso eitt sonevnd gummiting uttan veruligan týdning.

 

Tað mest áhugaverda við valinum í dag er sambært miðlum tí, at fyri tey sum kenna skipanina kunnu uppstillaðu valevnini geva eina ábending um, hvør er á veg upp í flokshierakiið ella á veg inn í hitan.

 

/ritzau/