Eingin spældi fyri fyrstu ferð

Fótbóltur: Fyri fyrstu ferð í ár var eingin nýggju spælari á vøllinum í einum umfari av landskappingini

Tað hendir ikki ofta í nakrari landskapping kring um í heiminum, at eingin nýggjur leikari fær møguleika at royna seg á einum ella øðrum liði í einum umfari.

Men í hesum 14. umfari kom eingin debutantur á vøllin í føroysku landskappingini, og hetta hendi fyri fyrstu ferð í ár.

Í teimum undanfarnu trettan umførunum spældu í minsta lagi tveir spælarar frá tveimum ymiskum feløgum fyri fyrstu ferð.

Higartil hava 215 mans tikið beinleiðis lut í fótbóltskappingini í 1.deild. Ein teirra, Hans Jørgen Djurhuus, hevur spælt við tveimum feløgum, B71 og HB.

Nógv bendir á, at talið av leikarum í ár verður nøkunlunda tað sama, sum tað var í fjør (232 spælarar), kanska eitt sindur minni enn tað.

Í 1998 brúktu niðurflytararnir TB heili 29 leikarar, meðan tað besta og næstbesta liðini (HB og KÍ) nýttu einans 19 menn. Teoretiskt kann henda søgan gott endurtaka seg í ár. Tey fremstu feløgini á talvuni hava meira støðuðar hópar, heldur enn tey veikastu.

Soleiðis eru teir 215 leikarar býttir millum feløgini:

ÍF 26, Sumba 25, B71 23, NSÍ 23, B68 22, HB 21, B36 20, KÍ 20, GÍ 18, VB 18.



Debutantar í hvørjum umfari sær

1. B36 (14), B68 (14), HB (14), Sum (14), GÍ (13), KÍ (13), NSÍ (13), VB (13), B71 (12), ÍF (12) = 132 spælarar (10 lið)

2. ÍF (3), B36 (2), B68 (2), B71 (2), NSÍ (2), Sum (2), VB (2), GÍ (1), HB (1) = 17 spælarar (9 lið)

3. NSÍ (3), B71 (2), GÍ (2), KÍ (2), Sum (2), ÍF (1) = 12 spælarar (6 lið)

4. B71 (2), HB (1), ÍF (1), NSÍ (1), Sum (1), VB (1) = 7 spælarar (6 lið)

5. HB (3), B71 (2), B36 (1), ÍF (1), KÍ (1), Sum (1) = 9 spælarar (6 lið)

6. KÍ (1), NSÍ (1) = 2 spælarar (2 lið)

7. ÍF (1), NSÍ (1), Sum (1), VB (1) = 4 spælarar (4 lið)

8. B36 (1), B68 (1), GÍ (1), ÍF (1) = 4 spælarar (4 lið)

9. ÍF (2), B36 (1), B68 (1), NSÍ (1), Sum (1), VB (1) = 7 spælarar (6 lið)

10. B68 (2), ÍF (2), Sum (2), B71 (1), HB (1), KÍ (1), NSÍ (1) = 10 spælarar (7 lið)

11. ÍF (2), KÍ (1) = 3 spælarar (2 lið)

12. B68 (2), B71 (2), GÍ (1), Sum (1) = 6 spælarar (4 lið)

13. B36 (1), HB (1), KÍ (1) = 3 spælarar (3 lið)

14. Eingin debutantur.