Millum suðuroyingar verður avbjóðingin í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið roknað at vera tann størsta av øllum, síðani felagsliðið undan kappingarbyrjan í fjør sá dagsins ljós.
Tað er ikki so undarligt, tí tað eru fleiri dømi síðstu árini um, at tað av álvara hevur skumpað undir menningina av felagsliði, at tað hevur hilnast væl í steypakappingini.
Suðringar ætlaðu at fara norður í gjárkvøldið fyri at vera so væl fyri, sum tað ber til, undan fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Men tað var av ongum, og spælararnir fóru ikki norður fyrr enn á middegi, tá ið Smyril loysti av Krambatanga.
-Tað var eingin song at fáa í høvuðsstaðnum. Møguleiki var at gista vesturi í Vágum. Tá ið tað lagaði seg soleiðis varð hildið frægast at sova við hús og so fara norður ídag, sigur formaðurin hjá Suðringum Julius Vest Joensen.
Bæði EB/Streymur og Víkingur eru dømi, at undanvindur í steypakappingini av álvara hevur skundað undir menningina av nýggjum felagsliði.
EB/Streymur vann í 2007 fyri fyrstu ferð steypafinaluna. Tað var ímóti HB. Sera undirhaldandi finalan endaði við 4-3 sigri til EB/Streym, sum av álvara fekk blóð á tonna og árið eftir vann steypafinaluna ímóti B36 3-2.
Hetta árið, 2008, var tað besta higartil hjá felagsliðnum í Sundalagnum, tí umframt at endurvinna steypakappingina vann EB/Streymur FM fyri fyrstu ferð.
EB/Streymur vann steypafinalurnar í 2010 og 2011 og FM fyri aðru ferð í 2012.
Undan kappingarbyrjan í 2008 sá felagsliðið hjá teimum í Eysturkommunu, Víkingur, dagsins ljós.
Í 2009 gjørdi nýggja felagsliðið eitt menningarligt skarvslop, tá ið tað eydnaðist at vinna steypafinaluna ímóti EB/Streymi 3-2. Sigurin í steypakappingini bar við sær, at Víkingur fekk høvi at royna seg í altjóða fótbólti, og tað gagnaði liðinum sera væl.
Víkingur vann steypafinalurnar í 2012, 2013, 2014 og 2015 og FM í 2016 og 2017.