Herfyri fekk ein íslendskur bátur ein tosk, sum vísti seg at vera 160 sentimetrar langur og at viga umleið 40 kilo. Á havrannsóknarstovninum í Reykjavík varð sagt, at tað er bara onkra hendinga ferð, at so stórur toskur verður fingin við Ísland.
Alment er eingin so stórur toskur fingin í føroyskum sjógvi. Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, sigur, at størsti toskur, sum er skrásettur umborð á Magnusi Heinasyni síðani 1994, var 136 sentimetrar. Hann kom í trolið í august í 1996 í útnyrðing úr Mykinesi.
Tann størsti toskurin, sum er skrásettur í føroyskum sjógvi, var 146 sentimetrar og varð fingin í august í 1991 sunnan fyri Suðuroynna.
Petur Steingrund ger vart við, at hetta merkir kortini ikki, at ikki onkur størri toskur kann verða fingin við Føroyar.










