Í gjár var illgruni um, at fólk, sum eru smittað av koronu, høvdu vitjað í gjár. Tí varð avgerð tikin um at lata svimjihøllina aftur fyri at minka um smittuvandan.
Men tey, sum hava vitjað í svimjihøllini í gjár, nýtast ikki at stúra fyri at verða smittað. Tí í dag verður boðað frá, at illgrunin í gjár ikki er aktuellur longur
– Sum dagurin leið í gjár vísti tað seg tíbetur, at ongin korona-smitta kann staðfestast í sambandi við svimjihøllina í Klaksvík, sigur Klaksvíkar kommuna.
Komandi dagarnar verður svimjihøllin sóttreinsað, og sum støðan er í samfelagnum í løtuni, verður ikki latið upp fyribils.