Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 473 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 221.311 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 648 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.