Eingin slingur í valsinum á norðoyastevnu

Kvinnur: Við heimasigri ímóti HB er felagsliðið hjá ÍF/Víkingi/B68 stóri avbjóðarin hjá toppliðnum

Longu tíðliga seinnapartin syrgdu kvinnurnar hjá KÍ fyri trimum stigum, og harvið at KÍ er topplið, nú øll liðini hava spælt átta dystir.

KÍ vann 3-0 ímóti EBS/Skála eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Eyðvør Klakstein setti hol á beinanvegin, eftir sending frá Evy á Lakjuni og stutta løtu undan steðginum økti Sanna Svarvadal um heimaleiðsluna. Eyðvør Klakstein átti uppleggið.

Átjan minuttir undan leikloki staðfesti Evy á Lakjuni trivaliga heimasigurin. Aftur hesa ferð var tað Eyðvør Klakstein, sum átti uppleggið.

Í Gøtu vann felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 2-1 ímóti HB. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Jacoba Langgaard setti hol á tíggju minuttir eftir steðgin, og tjúgu minuttir undan leikloki økti Annika Ragna Christiansen um munin til 2-0.

Tað restaði eitt korter, tá ið Heidi Sevdal minkaði um munin, og so helt heimaliðið tørn og vann 2-1.

Nú øll liðini hava spælt átta dystir, hevur KÍ 19 stig, ÍF/Víkingur/B68 hevur 17 stig, HB hevur 13 stig, B36 hevur 6 stig, og EBS/Skála hevur trý stig.

Mánadagin 10. juni, sum er 2. hvítusunnudag, eru tveir dystir: HB – B36 og toppdysturin ÍF/Víkingur/B68 – KÍ.