Eingin slingur í valsinum hjá suðuroyingum

Suðuroyingar gera orduliga um seg í kappróðri. Fyrr í dag vunnu suðuroyingar umborð á Royndini Fríðu kappingina millum 5-mannaførini við dreingjum. Og nú hevur Suðuroyingar vundið burturúr bæði klaksvíkingum og havnarmonnum.

 

Talan var um tætta kapping, sum boðar frá, at tað í summar verður spenningur í kappingini millum 10-mannaførini. Fyrstu løtuna royndu bæði Havnarbáturin, sum er mannaður við rættuliga tilkomnum monnum, og Klaksvíkingur at vera fremstir. Men so var tað, at Suðuroyingur legði seg framum. So við og við øktist munurin, og tá ið havnarmenn og klaksvíkingar í fínu róðarlíkindunum royndu at bjóða av aftur, so eydnaðist tað ikki.

 

Suðuroyingar var eina bátslongd undan kappingarneytunum, tá ið bátarnir fóru um málið, og Klaksvíkingur vann sera tøttu kappingina um næstfremsta plássið ímóti Havnarbátinum.

 

Úrslit

10 mannafør

1 Suðuroyingur 07:02.20

2 Klaksvíkingur 07:05.12

3 Havnarbáturin 07:06.00