Eingin slingur í valsinum

Føroyska kvinnuliðið vann leikandi lætt móti Gibraltar í hálvfinaluni, og eru tær nú til reiðar at verja gullilð frá undanfarnu Oyggjaleikum

 

Flogbóltur

Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen ? Isle of Man


Eftir at hava vunnið seg rættiliga trygt úr bólkaspælinum, skuldu føroysku flogbóltskvinnurnar fríggjadagin spæla hálvfinalu móti næstbesta liðnum í hinum bólkinum, Gibraltar.

Eingin ivi

Spenningurin var sjálvandi hampuliga stórur undan dystinum, men tað gjørdist tó rættiliga skjótt greitt, at her var einki sum helst at vera bangin um.

Føroysku kvinnurnar vóru snøgt sagt nógv betri enn hjá Gibraltar. Eisini hóast onkrar heldur óneyðugar misskiljingar gjørdu, at Gibraltar hóast alt fylgdi hampuliga væl við á stigatalvuni talvuni.

Tekniskt vóru tær als ikki í nær námind okkara gentum, og tær fingu tí ongan tíð lagt nakað veruligt trýst á, og tí tóktist vandi als ikki at vera fyri, at sigurin skuldi fara at gleppa okkum av hondum.

Ikki minst tóktist Helga Nordendal nú at vera munandi betri fyri, enn hon var í Guernsey. Tá tóktist hon bera ótta fyri, at ryggurin ikki fór at halda til at spæla, og tað er ikki annað enn náttúrligt, tá talan er um fyrsta dystin eftir skaðasteðg. Hesin óttin tóktist nú vera beindur burtur, og spennandi verður at vita, hvussu spæl hennara verður í finaluni.

Eftir at liðini soleiðis høvdu fylgst fyrsta triðingin av fyrsta settinum, settu okkara veruliga ferð á, og settúrslitini siga helst alt um, hvussu tryggur føroyski sigurin var.

Torfør finala

Sigurin inniber, at Føroyar nú eru til reiðar at spæla finaluna, sum verður ímóti Saaremaa.

Í sínari hálvfinalu vunnu hesar somuleiðis ein tryggan sigur á Guernsey, og lítið er at ivast í, at talan tá verður um ein spennandi dyst.

Bæði liðini hava víst seg at vera alt ov sterk hjá nøkrum av hinum at nerta, so enn hava tær ikki verið settar undir trýst, men neyvan fer hetta at gera, at annar parturin fer at taka ein finalusigur sum nakra sjálvfylgju.