Mánadagin steingir Akstovan, og hon verður stongd í tvær vikur. Eingin fær koyrikoyrt, eingin bilur verður sýnaður, og eingin nýggjur bilur verður skrásettur.
– Hetta kemur sera illa við hjá okkum, sigur Jákup á Borg, stjóri á bilasøluni Bilrøkt í Havn.
– Vit hava gjørt stórar íløgur í nýggjan bygning og hava nógv at forsvara, sigur Jákup á Borg, sum er sera misnøgdur við støðuna.
1. januar í ár yvirtók Bilrøk Kia-umboðið í Føroyum, og sølan hevur gingið so mikið væl teir fyrstu báðar mánaðirnar, at Kia er triðmest seldi bilur í Føroyum.
– Eg skilji sera væl strongu tiltøkini, sum verða sett í verk, og tey virða vit fult út. Men vit halda ikki, at tað er neyðugt soleiðis totalt at lukka Akstovuna, so vit ikki fáa skrásett nýggjar bilar. Tey kundu lagt eina ætlan, heldur Jákup á Borg.
Umframt at selja bilar, so er Jákup á Borg eisini høvuðsvenjari hjá mansliðnum hjá B36, sum eisini er meint rakt av corona-tiltøkunum.
– Nú vit ikki kunnu venja og spæla dystir, so hava vit lagt eina ætlan, so alt stríðið ikki dettur niðurfyri. Sjálvandi átti Akstovan eisini at lagt eina ætlan, so vit fáa skrásett nýggjar bilar, tí sjálvandi ber tað til samstundis sum vit virða strongu trygdartiltøkini.
Í januar og í februarmánaði vóru seldir 452 nýggir bilar. Tað eru umleið 12 hvønn dagin, sum Akstovan hevur opið. Stendur hendan corona-undantaksstøðan við í tveir mánaðir, so eru tað kanska aðrir 452 bilar, sum ikki kunnu seljast, tí teir ikki kunnu skrásetast.
Tá ein bilasøla skal selja ein nýggjan bil, skulu tey niðan á Akstovuna við bilinum, har Akstovan skal staðfesta, at skrokknummarið á bilinum samsvarar við skrokknummarið í skjølunum. Síðan skal eitt skjal útfyllast og nummarplátur útflýggjast. Men næstu tvær vikurnar – í øllum førum fyribils – fer hetta ikki at bera til. Tí verður eingin nýggjur bilur skrásettur.