Eingin sleppur at brúka troyggju nummar 10 tá Messi gevst

Argentinska fótbóltssambandið ætlar at heiðra Lionel Messi á ein serstakan háttt

Í Argentina eru tey bara so yvir takksom fyri, at Lionel Messi førdi tey til HM-gullið í 2022, og til Copa America gullið í 2021.

 

Og nú ætlar argentinska fótbóltssambandið at heiðra Messi á ein serstakan hátt.

 

Forsetin í argentinska fótbóltssambandinum, Claudio Tapia hevur boðað alment frá, at tá Messi gevst á argentinska landsliðnum fer hansara troyggjunummar, nummar 10 í søgubøkurnar sum tann seinasta í argentinsku fótbóltssøguni. Eingin sleppur aftur at hava troyggju nummar 10.

 

Lionel Messi er enn ikki givin á argentinska landsliðnum, men hann fyllir 37 næstu ferð, og tí verður ikki so long tíð til hann fer at spæla seinasta landsdystin fyri Argentina. Tó fer hann helst at røkka at spæla við í Copa America endaspælinum í USA komandi summar.