Eingin skorar móti United

Manchester United styrkti í dag um oddastøðuna í Premier League. Við 1-0 sigrinum á Everton er meistaraliðið nú fimm stig framman fyri Chelsea og Liverpool, og sjálvsálitið man í øllum førum vera gott, nú liðið hevur spælt 11 dystir, uttan at mál er skotið ímóti teimum í landskappingini. Í alt eru 1104 minuttir síðani, at nakar skoraði móti Edwin van der Saar í Premier League, og tað er enskt met.

 

Málið hjá Manchester United í dag skeyt Cristiano Ronaldo í fyrra hálvleiki, og tykist spælarin, sum í 2008 vann teir heiðrar, sum vinnast kundu, at vera í ferð við at finna aftur til stórspælið, sum hann sýndi í fjør vár.

 

Úrslitini í dag

Stoke-Manchester City 1-0

Middlesbrough-Blackburn 0-0

Arsenal-West Ham 0-0

Bolton-Tottenham 3-2

Fulham-Portsmouth 3-1

Hull-WBA 2-2

Manchester Utd-Everton 1-0