Eingin skomm

Jákup Mikkelsen helt eftir dystin, at hóast tap altíð eru keðilig, so hava føroysku leikararnir einki at skammast um eftir avrikið í Dublin

Leikaraprát

Dublin, Írland: Tað er einki at ivast í, at dysturin mikudagin er ein av teimum strævnu, sum Jákup Mikkelsen hevur havt fyri landsliðið. Ferð eftir ferð var hann maðurin, sum avmarkaði føroyska tapið, og sjálvur helt hann eisini, at talan var um eitt veldugt trýst, sum føroyska liðið kom undir.
- Vit høvdu roknað við, at teir fóru at koma við fullari ferð, og hjá okkum var uppleggið fyrst og fremst at halda tætt sum longst, soleiðis at teir kanska kundu frustrerast. Tann parturin av ætlanini miseydnaðist so. Teir skora eftir einum korteri, og so hava teir alt fyri eitt frið til at spæla sítt spæl, samstundis sum okkara avrik í fyrra hálvleiki ikki var av tí allarbesta, heldur Jákup.
Í so máta dámdi málverjanum betri seinna hálvleik.
- Vit royna at spæla eitt sindur meira meira eftir steðgin, men vit mugu so eisini ásanna, at teir hava eitt ótrúliga gott lið. Har eru nakrar leikarar í altjóða topp-klassa, so verður hugt at úrslitinum, so haldi eg væl, at hetta er nakað, sum vit ikki skulu skammast um.

Alla tíðina heitur
At úrslitið bleiv somikið frægt, var ikki minst Jákupi sjálvum fyri at takka. Hann hevði eina røð av stórbjarginginum, og tað var eisini nakað, sum eftir dystin fekk Brian Kerr at skýra hann fyri nógv tann besta føroyska leikaran.
- Segði hann tað? Tað vist eg ikki, men tað er jú eisini so, at tá tú alla tíðina ert við í dystinum alla tíðina, so er lættari at standa væl. Tá ert tú alla tíðina ígongd við bæði armum, beinum og rødd, so tað verður lættari.
Men har vóru so eisini nakrar framúr bjargingar?
- Tað vóru tað kanska. Eg haldi eisini sum so, at tað gekk hampuliga væl í so máta.

Ein dystur eftir
Flestu av landsliðsleikarunum fóru eftir dystin mikukvøldið í vetrarferiu, men hóast Jákup eisini sær fram til hesa, so noyðist hann at bíða eitt lítið sindur afturat.
- Eg skal spæla við aðru deild hjá KÍ móti HB um upp- og niðurflyting um vikuskiftið, so tann dysturin skal fyrst spælast. Men so ætli eg mær at slappa eitt sindur av frá fótbóltinum, tó at fyrstu fyrireikingarnar til næsta ár longu fara ígongd í november mánaði, soleiðis sum eg havi skilt tað, segði altso Jákup Mikkelsen at enda.