Undir valstríðnum upp undir valið til týska samveldisdagin segði kanslaraevnið hjá teimum kristiligu demokratunum, Angela Merkel, at bleiv hon kanslari, skuldu týskarar fáa skattalætta.
Men tað kemur ikki upp á tal, sigur sosialdemokraturin Peter Steinbruck, sum verður fíggjarmálaráðharri í nýggju stjórnini. Fjórða árið á rað hevur Týskland størri hall á fíggjarlógini, enn ES vanliga loyvir, og Peter Steinbruck sigur, at hetta kann ikki halda fram. Hansara mál er at skarva so mikið av hallinum, at Týskland longu í 2007 skal lúka krøvini hjá ES.
Í gjár skuldu samgonguflokkarnir tosa um ymisk fíggjarmál. Í tí sambandi hevur verið nevnt, at flokkarnir umhugsa at einskilja motorvegakervið, tí tað hevði givið ríkiskassanum nógvar milliardir evrur. Tað er kortini ikki greitt, um meiriluti er fyri einum tílíkum uppskoti í samgonguni.