Eingin skandala at Anita ikki breyt túrin av

- Tað kann saktans vera góð terapi fyri manningina, at teir eru saman teir fyrstu dagarnar eftir vanlukkuna, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.

- Eg trúgvi, at tað, at garnabáturin Anita ikki kemur til lands beinanvegin, eftir at ein av manningini er sjólátin, ikki neyðturviliga nýtist at vera nøkur skandala. Tað kann saktans vera góð terapi fyri manningina, at teir eru saman teir fyrstu dagarnar eftir vanlukkuna. Men, um hetta er nóg mikið fyri at hjálpa teimum gjøgnum hesar fyrstu dagarnar, er sera trupult at siga.

 

Tað sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sum vísir á, at tað, sum hendir eftir eina slíka vanlukku, er, at menn eru sjokkeraðir.

 

- Tí er ofta best, at professionella sálarhjálpin kemur nakrar dagar seinni.

 

Eyðun Joensen sigur, at ein landkrabbi sum hann ikki hevur tær røttu fyritreytirnar at meta um, hvussu langt tað ber, at menninir eru saman og gera túrin lidnan, áðrenn komið verður til lands.

 

- Tað veldst eisini um, hvussu nógv verður gjørt burtur úr at savnast og tosa um hendingina, nú skiparin valdi at halda fram við túrinum eftir vanlukkuna.

 

Royndi sálarfrøðingurin hevur ikki nakað skræddaraseymað svar upp á, um tað er rætt ella skeivt, at garnaskipið Anita enn ikki er komin í havn við manningini.

 

- Eg trúgvi, at tað, sum skipari og reiðari í hesum førinum hava valt at gera, saktans kann vera ein trý-kvart-góð loysn, sum Eyðun Joensen tekur til.