Eingin skalar Neistan

Hesa ferð tók StÍF ímóti Neistanum, og hóast gestirnir hingu væl í teimum bl´´au fyrstu longu løtuna, so endaði alt við stórsigri.

Seinasta korterið av dystinum fekk Neistin veruliga gongd á spælið, og so staðfestu teir enn einaferð, at teir í løtuni eru nógv sterkasta liðið í deildini.

 

Fyri StÍF skutu Marius Joensen og Borgar Danielsen 5 mál hvør. David Edvardsen skeyt 13 av málunum hjá Neistanum.

 

StÍF-Neistin 21-31 (10-12)