Eingin skalar Hvessing

6-mannafør menn: Kollfirðingur vann kappingina um næstfremsta plássið ímóti Gongurólvi

Tað er eingin kapping millum 6-mannaførini. Ella rættari er at siga, at tað er eingin kapping um fremsta plássið. Hvessingur legði seg beinanvegin á odda, og so róði Hvessingur ikki ímóti nøkrum øðrum ella kanska bara ímóti sær sjálvum.

Á málinum var hann meiri enn sjey sekund undan teimum báðum næstu.

Kappingin um næstfremsta plássið var sera spennandi. Í trimum teimum fyrstu kappingunum var Gongurólvur nummar tvey. Á jóansøku bjóðaði Kollfirðingur av og endaði á triðja plássi. Í dag var Kollfirðingur uppaftur betri fyri, tí hann var kappingina um næstfremsta plássið ímóti Gongurólvi.

 

1 Hvessingur 4.56.44

2 Kollfirðingur 5.04.33

3 Gongurólvur 5.05.23

4 Herningur

5 Jarnbardur

6 Strálan