Heiðabáturin vann stórsigur í kappingini millum 8-mannaførini á Norðoyastevnu, og Heiðabáturin vann tryggan sigur í kappingini millum 8-mannaførini á Sundalagsstevnu.
Í startspurtinum settu teir umborð á Ørvi øgiligt á. Ørvur stakk drekastevnið framum hinar í eina lítla løtu.
Men tað var skjótt, at teir umborð á nýggja gula bátinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ settu tingini upp á pláss, og á endamálinum høvdu teir vunnið tryggan sigur, hóast hann ikki var so sannførandi, sum hann var í Klaksvík.
Argjabáturin vann eins og í Klaksvík kappingina um næstfremsta plássið við Ørv, og nýggi Árnfirðingurin tapti aftur hesa ferð kappingina við Knørr um at sleppa undan aftasta plássinum.
Sundalagsstevna 2007 - 8 mannafør
1 Heiðabáturin 06:51.24
2 Argjabáturin 06:55.05
3 Ørvur 06:59.07
4 Knørrur 07:07.15
5 Árnfirðingur 07:08.05
Støðan í FM - 8 mannafør
1 Heiðabáturin 14
2 Argjabáturin 10
3 Ørvur 8
4 Knørrur 6
5 Árnfirðingur 4
Fyribils startrøðin á komandi stevnu
1 Knørrur
2 Argjabáturin
3 Heiðabáturin
4 Ørvur
5 Árnfirðingur
G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.