Oddaliðini í bestu eingilsku deildini vóru ikki til at vika, tá ið tey seinnapartin spældu á heimavølli. Arsenal brúkti bara stórt korter á heimavølli at gera av við West Ham. Eduardo Alves Da Silva skoraði til 1-0 í 2. minutti, og í 18. minutti skoraði Emmanuel Adebayor til 2-0. Arsenal hevði fult tamarhald á, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna stigini.
Á Old Trafford var sigurin tepur, men hann var sannførandi. Manchester United vann 1-0 á Birmingham. Málið skoraði Carlos Alberto Tevez í 25. minutti.
Mótstøðuliðini fingu fleiri gul kort ímóti oddaliðunum. Birmingham sá gult fýra ferðir, og West Ham spælarar sóu gult tríggjar ferðir. Wes Brown hjá United sá gult í yvirtíðini, meðan eingin Arsenal spælari sá gult.
Everton vann 2-0 á útivølli ímóti Middlesbrough. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Andrew Johnson í 67. minutti, og fimm minuttir seinni staðfesti James McFadden sigurin, sum ber við sær, at Everton framvegis er stutt frá teimum ovastu.
Porstmouth vann 2-0 á útivølli ímóti Reading, sum longu í 4. minutti misti ein mann. Sol Campbell skoraði í 9. minutti, og í 66. minutti staðfesti John Utaka.
Chelsea vann fyrr í dag 2-1 á heimavølli ímóti Fulham.
Í kvøld fer Aston Villa á Villa Park í Birmingham at fáa vitjan av Tottenham.
Arsenal hevur 50 stig, Manchester United 48 stig og Chelsea 44 stig fyri 21 dystir.