Eingin skalar oddaliðnum EB/Streymi. Í dag hevur KÍ gjørt góða roynd, men hon miseydnaðist, tí EB/Streymur vann 3-2.
Tá ið klokkan vísti 90 minuttir, skoraði EB/Streymur til 3-2. Málskjútti var Hans Pauli Samuelsen. Talan var um fantastsiskt einmans avrik. Hans Pauli rak av egnum brotsteigi og fram ímóti KÍ brotsteiginum. Úr átjan metrum smekkaði hann til, og bólturin brast í stólpan, áðrenn hann legði seg í meskarnar aftanfyri Jákup Mikkelsen.
KÍ stríddist manniliga í dag. Talan var um fyrsta KÍ tapið í níggju dystum, og tað er einki at siga til, at klaksvíkingar iðra seg.
At tað eydnaðist EB/Streymi at vinna fulla úrtøku er staðfesting av, at tað verður ógvuliga torført hjá hinum at fáa fatur á EB/Streymi, sum ikki hevur tapt í tólv teimum fyrstu umførunum.