Í morgin, leygardagin, er altjóða brekdagur, og hann verður eisini hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.
Síðani 1992 hava Sameindu Tjóðir hvørt ár hátíðarhildið altjóða brekdag tann triðja desember runt um í verðini, og hann verður sostatt aftur í ár.
Á altjóða brekdegnum í ár verður serligur dentur lagdur á 17 ávís mál, sum skulu fremjast hesi næstu árini fyri at fáa tað samfelagið, vit ynskja okkum, sigur Meginfelag teirra, ið bera Brek, í Føroyum, MBF.
Hesi 17 málini byggja á meginregluna um, at eingin skal verða gloymdur ella liggja eftir, og tey snúgva seg um alt frá at basa fátækadømi, til at fáa javnrættindi, og um at fólk við breki skulu hava somu møguleikar til útbúgving, sum onnur.
ST boðar frá, at arbeitt verður fram móti hesum málum til 2030, tá ið vit skulu hava fingið ein meira fevnandi og rættvísan heim fyri fólk, ið bera brek.
Á degnum í ár verður eisini mett um, hvussu langt, vit eru komin í arbeiðnum at lúka krøvini í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum ið bera brek, og mett verður eisini hvussu langt vit eru komin í arbeiðnum fyri burðardyggari menning.
Tað eru Almannamálaráðið, Ráðið fyri brekað og MBF, sum skipa fyri Altjóða brekdegnum í Føroyum, har tað er ókeypis at vera við, og har øll eru vælkomin.
Haldið byrjar á miðdegi, klokkan 12, tá ið Dugni borðreiðir við ókeypis kaffi, køkum og frukt, og síðani bjóðar Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað, vælkomin og gevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnuni í almannamálum, orðið at seta sjálvan brekdagin.
Somuleiðis fer Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum, at tosa um týdningin av at vera virkin og hann fer eisini at vísa á gransking á økið, og Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevari hjá ÍSB, fer at tosa um, hvat tey gera, og hvørji tilboð tey hava til tey, ið hava hug at íðka ymiskan ítrótt.
Harafturat fara Kristu Mørkøre, sum var við á Paralympisku leikunum í ár, og Signa Vár Dávadóttir Joensen, sum var við á Special Olympics í fjør at siga frá, áðrenn Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, tekur samanum.
Sangur og Tónleikur er eisini á skránni, og tað Eyðun Ásason, Guðrun Sólja og Janus Kampmann, sum fara at syngja og spæla.
MBF leggur afturat, at teknmálstulkar vera við á fundinum.