Eingin skal noyða Russland til demokrati

Í einari røðu í russiska tjóðartinginum fyrrapartin í dag gjørdi Vladimir Putin, forseti, greitt, at eingin uttaneftir sleppur at noyða russar til demokrati.

-Vit kunnu ikki góðtaka nakra beinleiðis ella óbeinleiðis uppílegging í okkara innanhýsis viðurskifti, segði Putin.

Forsetin segði, at um fólk í Russlandi fáa pengar úr útlondum til politiskt virksemi, tænir tað sum oftast útlendskum áhugamálum, og slík fólk kunnu ikki vera politikarar í Russlandi, segði hann.

Putin vil hava tjóðartingið at samtykja eina lóg, sum skal avmarka møguleikarnar hjá russiskum politikarum og embætismonnum at hava bankakontur í útlendskum bankum ella at eiga part av fyritøkum uttanlands.