– Hvørki fremmand ferðafólk ella fólk í Føroyum skulu kenna seg ótrygg av nýggju grindalógini.
Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í Degi og viku í gjárkvøldið.
Hann segði, at í landsstýrinum hava tey tikið málið upp, og at tey fara at eftirmeta nýggju grindalógina – og harímillum tað greinina um fráboðanarskyldu, tá fólk síggja greind.
– Tað er als ikki ætlanin, at fólk skulu koma illa fyri av nýggju grindalógini. Sjálvandi skulu vit hava fráboðanarskyldu, tí tað eru stór náttúruvirði í grind, sum vit sjálvandi eiga at fáa til høldar. Men er tað so, at nýggja lógin órógvar ferðafólk, so eiga vit at endurskoða hana, tí tað var als ikki ætlanin við lógini, segði Høgni Hoydal.
Hann hevur sostætta aðra hugsan um nýggju lógini, at fyrrverandi landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard. Hann segði bart út, at lógin skuldi ikki broytast, og um ferðfólk ikki hættaðu sær til Føroya, tí tey vóru bangin fyri at verða revsað, um tey sóu grind og ikki boðaða frá.
– Tey ferðafólkini kunnu bara lata vera við at koma til Føroya, var greiði boðskapurin hjá Jacobi Vestergaard.